Nógvir føroyingar stríðast við giktasjúku. Giktasjúka rakar fólk í øllum aldri. Sambært gigtforeningen.dk koma fleiri enn 200 ymsikar diagnosur undir gikt.
Fleiri føla seg standa ógvuliga einsamøll í einum dagligdegi merktum av pínu, stívum liðum, møði og niðursettum virkisførleika. Saknurin av kunning og hjálp í dagligdegnum er stórur.
Endamálið við Liðrørslu er at varpa ljós á gikt og tær avbjóðingar, ið fylgja við sjúkuni. Samstundis ynskja vit eisini at koma við góðum ráðum til betri vælveru í einum dagligdegi við gikt við t.d. rørslu og øðrum tilboðum í landinum.
Í hesum fyrsta partinum verður tosað við Erlu Nielsen. Hon starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum fysioterapeutur, og her fortelur hon m.a. um týdningin av at røra seg.