List til eitt vist
Listafólk hava leingi eftirlýst ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Og tað er her, at List til eitt vist kemur inn í myndina.
Við framløgum og kjaki seta vit fokus á listina, har tað eru listafólkini sum seta dagsskránna og lata dyrnar upp til føroyska listaheimin.
List til eitt vist
List til eitt vist - Myndlist
Use Left/Right to seek, Home/End to jump to start or end. Hold shift to jump forward or backward.
Listafólk hava leingi eftirlýst ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Og tað er her, at List til eitt vist kemur inn í myndina. Við framløgum og kjaki seta vit fokus á listina, har tað eru listafólkini sum seta dagsskránna og lata dyrnar upp til føroyska listaheimin.
Fyrsti partur snúði seg um myndlist.
Hesi fýra mannaðu panelið í fyrsta listatiltakinum:
- Jón Sonni Jensen: Kurator, útbúgvin innan myndlist og drúgvar royndir í alskyns listanevndum.
- Bárður Dal Christiansen: Kurator, arkitektur, listamaður og formaður í Føroysk Myndlistafólk.
- Guðrið Poulsen: Útbúgvin keramikari, drúgvar royndir innan listaheimin í Føroyum og hevur havt nógvar altjóða framsýningar.
- Birgir Kruse: Virðisløntur mentanarviðmerkjari og –eygleiðari og bloggari.
Óluva Zachariasen, journalistur, var orðstýrari.