List til eitt vist
Listafólk hava leingi eftirlýst ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Og tað er her, at List til eitt vist kemur inn í myndina.
Við framløgum og kjaki seta vit fokus á listina, har tað eru listafólkini sum seta dagsskránna og lata dyrnar upp til føroyska listaheimin.
List til eitt vist
Rithøvundar og bókmentir
Use Left/Right to seek, Home/End to jump to start or end. Hold shift to jump forward or backward.
Hesa ferð var evnið rithøvundar og bókmentir.
Vit løgdu út við eini samrøðu um lesivanar hjá ungum í Føroyum. Síðani viðgjørdi kjakpanelið alt frá útflutningi til, hvussu vit eggja fólki til at blíva rithøvundar.
Eisini var møguligt hjá áhoyrarum at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Í kjakpanelinum vóru:
- Urd Johannesen: Fyrrverandi bókmentanarligur samskipari á FarLit.
- Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð: Rithøvundur, ummælari og skrivari hjá Rithøvundafelagnum.
- Rakel Helmsdal: Virðisløntur rithøvundur.
- Turið Kjølbro: Ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
- Beinir Bergsson: Rithøvundur og yrkjari.
Óluva Zachariasen, journalistur, var orðstýrari.