List til eitt vist
Listafólk hava leingi eftirlýst ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Og tað er her, at List til eitt vist kemur inn í myndina.
Við framløgum og kjaki seta vit fokus á listina, har tað eru listafólkini sum seta dagsskránna og lata dyrnar upp til føroyska listaheimin.
List til eitt vist
Bacalao sum mentanarligt Mekka
Use Left/Right to seek, Home/End to jump to start or end. Hold shift to jump forward or backward.
Listafólk eftirlýsa hølir og karmar at skapa í. Og Bacalao er perfekt til endamálið, tí har er ivaleyst av hølum og plássi. Ja, fleiri 1000 fermetrar av plássi. Og við politiskum vilja, so kann Bacalao blíva eitt stað, har vinna, mentan, ítrottur og street food eru undir sama taki.
Kjakið hesa ferð er bæði spennandi og gevandi. Nógvar góðar hugleiðingar, góð hugskot og lærdómur. Felagsnevnarin er, at tað liggur eitt øgiligt potentiali í Bacalao, og listafólkini eru klár til samstarv við kommunu, ítrott og vinnu.
Vit hava umboð fyri tónleikavinnuna, filmsvinnuna og myndlist við í panelinum
Kjakpanelið hesa ferð er:
- Bárður Dal Christiansen: Arkitektur og listamaður.
- Dánjal á Neystabø: Tónleikari og formaður í Tónleikasambandinum.
- Jón Sonni Jensen: Royndur listamaður.
- Jón Hammer: Filmsframleiðari, sum hevur starvast hjá m.a. Zentropa.
Rólant Waag Dam var orðstýrari.
Tórsgøta skipar fyri List til eitt vist.