Hermann & Helmsdal

Hermann & Helmsdal tosa við Eir í Ólavstovu

Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal Season 1 Episode 9
 

Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred  longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur?
Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í 1984, har hon arbeiddi saman við Zacharias Hammer og gjørdi m.a. barnaløtuna, sum var ein tann fyrst framleidda sendingin í føroyskari sjónvarpssøgu - áðrenn Dagur og Vika!
Í dag kenna vit Eir kanska best sum ein dokumentarist. Hon hevur vunnið Geytavirðislønina fyri filmin Sálarhvøl  og hevur fleiri spennandi verkætlanir í stoypiskeiðini. 

Alt hetta, við meira,  tosa vit við Eir um í heusm partinum av Hermann & Helmsdal. 

People on this episode