
SPROTIN
Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum
SPROTIN
Renna úlv
•
SPROTIN
RENNA ÚLV
Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.
Gestir í Lesikrókinum eru Aref Tórson Olsen, Dorthe Pedersen og Jens Christian Carlsson. Vertur er Eyðun Klakstein.