
SPROTIN
Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum
Episodes
42 episodes
Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina Brenn øll míni brøv eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram Skunda tær at elska, sum var bókin, ið gjørdi Alex Schulman kendan.Hon snýr seg um pápa hansara og um lívið í teirra h...
•
50:39

Málningurin av Dorian Gray
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. Gotisk skal verða skilt sum skaldsøga, ið lýsir bardagan ímillum menniskju og ónatúrligan óndskap (ón...
•
53:00

Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og gevur tær tevið av blóði, tá ið reindjórini verða flett.Árið er 1859. Brita Caisa Seipajærvi fær sær...
•
47:18

Saltleiðirnar
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk. Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á d...
•
58:06

Sigmundur og gullringurin
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkina...
•
52:52

Eden
Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið...
•
50:56

Brenn øll míni brøv
Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekn...
•
51:14

Maria Stuart
Maria Stuart er bara seks dagar gomul, tá ið hon í 1542 verður drotning í Skotlandi. Sum sekstan ára gomul verður hon har umframt drotning í Fraklandi. Seinni liggur hon í stríði við Elizabeth I um rættin til ensku trúnuna. Lívið hjá Mariu Stua...
•
52:04

Hvaðan kom kvinnan
Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir av stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir lí...
•
49:43

Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir seg alt longur niður í lendi, og um kvøldarnar leita teir sær stundum inn í býin at keypa vøru og taka sær av løttu...
•
52:52

Staklutirnir
Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi fjáltur. Hvat er tann perfekti millenniumkjólin? Kann eitt elskað menniskja veruliga hvørva? Og hvør er t...
•
50:23

Kærleikin
Laki Sarris nærkast teimum fjøruti, hann er giftur við Lenu, og tey eiga fýra ára gamla Jóhan. Lívið verður endavent, tá ið Laki verður fullkomiliga burtur í aðrari kvinnu – ein so ógvisligur kærleiki fær vald á honum við einum longsli, sum ger...
•
51:08

Merking
Fríða Ísberg hevur skrivað hugvekjandi skaldsøguna "Merking", sum eitt nú viðger, hvussu javnvágin millum einstaklingarættindi og samfelagsáhugamál skal vera. Turið Sigurðardóttir týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út.Íslendska tj...
•
52:06

Fiskahúsið
Tann miðaldrandi Jón og tann eldri pápabeiggin Ívar fara niðan til smáttuna við vatnið at vera í eina viku. Teir seta gørn um kvøldið, taka tey upp tíðliga á morgni, og síðan snýr tað seg um at eta nakrar máltíðir og práta saman.Ívar hev...
•
46:44

Upplesarin
"Upplesarin" er ein tølandi søga um kærleika og loyndarmál, ræðuleikar og samkensluSummarið 1958 verður heilt serligt fyri 15 ára gamla Michael Berg. Ein dagin hittir hann 36 ára gomlu Honnu Schmitz, sum býr nærindis. Tey fáa eitt ...
•
48:22

Pløg beinagrindir teirra deyðu
"Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi.Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt m...
•
50:58

Ukrainska dagbókin
Tá ið ukrainski forsetin VIktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæla. Miðdepilin fyri mótmælini var Frælsisplássið – Maidan – í Kiev.Sum fráleið harðnaði stríðið millum mótm...
•
57:36

Renna úlv
RENNA ÚLVLívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri ...
•
50:22

304 dagar
Skaldsøgan “304 dagar” er um kríggj og vinalag, kærleika og familju, og um hvussu ein krígsveteranur úr Afganistan roynir at fóta sær í friðinum heima.Nicholas, sum er krígsveteranurin úr Afganistan, stendur einsamallur í skóginum oman ...
•
54:11

Bardagin um Troiuborg
Í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg” verður Illionskvæðið um stríðið í Troia flættað saman við fólkum í lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett undir seinna heimsbardaga.Vit eru stødd í lítlari bygd í Grikkalandi, sum týskarar...
•
50:33

Morgun og kvøld
Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina MORGUN OG KVØLD hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd. Skaldsøgan Morgun og kvøld er í tveimum pørtum og er u...
•
51:09

Kóka bjørn
Tað er summarið 1852 í Kengis í norðasta Svøríki. Prósturin og vekingarprædikumaðurin Lars Levi Læstadius tekur bókstavliga ein ungan sámadrong upp av veitarbakkanum. Jussi, sum drongurin eitur, er rýmdur heimanífrá undan harðskapi og svongd. P...
•
48:00

Havbókin
Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofot...
•
50:29
