
SPROTIN
Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum
SPROTIN
Upplesarin
•
SPROTIN
"Upplesarin" er ein tølandi søga um kærleika og loyndarmál, ræðuleikar og samkenslu
Summarið 1958 verður heilt serligt fyri 15 ára gamla Michael Berg. Ein dagin hittir hann 36 ára gomlu Honnu Schmitz, sum býr nærindis. Tey fáa eitt heilt serligt samband, sum kemur at ávirka tey restina av lívinum.
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" umrødd. Týski rithøvundurin Bernhard Schlink skrivaði, og Beinir Bergsson týddi til føroyskt.
Gestir eru Marjun Bæk, Eirikur í Jákupsstovu og Eilen Anthoniussen.
Vertur er Eyðun Klakstein.