SPROTIN

Málningurin av Dorian Gray

SPROTIN

Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. 

Gotisk skal verða skilt sum skaldsøga, ið lýsir bardagan ímillum menniskju og ónatúrligan óndskap (óndskap, sum stundum er mannskaptur, stundum yvirnatúrligur) í einum kúgandi og troystarleysum heimi, har ið eingin rýming er møgulig.  

Bókin verður mett at vera klassikari millum gotiskar skaldsøgur.

Søgan snýr seg um eina andlitsmynd av Dorian Gray sum Basil Hallward málar. Basil er vinur Dorian, og listamaðurin er trøllabundin av vakurleikanum í Dorian. Saman við Basil hittir Dorian Henry Wotton Lord, og hann verður hugtikin av hedonistisku heimsfatanini hjá hesum aristokrati. Hedonistiska fatanin sigur, at vakurleiki og kenslulig nøktan er tað einasta, sum vert er at trákkast eftir í lívinum. Fullvísur, sum hann er um, at hann fer at missa vakurleikan, sum tíðin líður, tekur hann ta avgerð at selja sál sína og biður um, at myndin heldur enn hann sjálvur skal eldast og ljóðkast. Ynskið verður honum játtað, og Dorian fer at liva eitt siðleyst lív og ger sær sínar uttansiðaðu lívsroyndir og verður verandi ungur og vakur; um somu leið eldist myndin, og í henni verður hvør synd, ið Dorian fremur, skrásett.  

Hetta var einasta skaldsøgan, Wilde skrivaði. Nógvur goragangur og nógvar atfinningar stóðust av henni. Seinni er bókin vorðin viðurkend sum hansara viðgitnasta verk.  

Íblásturin til skaldsøguna fekk Oscar Wilde í 1887, meðan hann sjálvur sat modell hjá eini listakvinnu í London. Tá ið myndin var liðug, og hann hevði hugt at henni eina løtu, læt í honum sum í skemti: “Tað er kortini syrgiligt. Henda myndin fer ikki at eldast, men tað fari eg. Gævi, tað var øvut.” Í tí hann hevði sagt tað, fekk hann hugskotið at viðgera hetta evnið í einari søgu. 

Tvey ár seinni stóð The portrait of Mr. W.H í einum bókmentaligum mánaðarriti í London. Ógviliga ymisk søga frá hesari, vit geva út, men hon varð mett sum eitt útkast til The Picture of Dorian Gray.

The Picture of Dorian Gray gjørdi fólki mun. Hon var í mongum førum mett ógviliga ósømilig, ikki minst tey brotini, ið sipaðu til samkyndleika og girndina í samkyndum monnum.    

Í Lesikrókinum tosar Marna Jacobsen við Katrina Næs og Svannu Jákupsdóttur um bókina.